Hóast vit ikki enn hava funnið kolvetni í rakstrarverdum nøgdum undir Føroyum, hava bæði oljuvinnan og frálandsvinnan havt stóra ávirkan á føroyska vinnu- og samfelagsmenning seinastu 25 árini. 

Longu í kreppuárunum í 1990-unum skaptu tær ein nýggjan dynamikk, sum samfelagið hevði fyri neyðini. Tann hepna fyrireikingin undan leitingunum eftir kolvetnum var við til at professionalisera og globalisera Føroyar.

Oljuleitingarnar hava givið okkum bæði arbeiði og nógva nýggja vitan, og altjóða frálandsvinnan er í dag ein av okkara størstu vinnum.  Í hesum savni ber til at leita í meira og minni almennum keldum, sum lýsa hesa samtíðarsøguna, ella sum fara longur niður í dýpið í ávisum viðkomandi evnum.